Reinfann – á Tvøroyri síðan 1987
Reinfann er ein handil í 3 hæddum miðskeiðis á Tvøroyri við alskyns lekkrum vørum til hennara og hansara. Reinfann heldur til í sama húsi sum Colorama Botex, beint yvir av Hotel Tvøroyri í Miðbrekkuni. Reinfann og Colorama Botex vórðu sett á stovn undir sama smápartafelag í 1987 av René Christensen og Eileen Thorsteinsson.
Handilin Reinfann heldur til á miðhæddini á Miðbrekku 6. Upprunaliga var Reinfann eitt parfumarí, men við tíðini er eftirspurningurin til aðra vøru vaksin og tí er vøruúrvalið víðka munandi og broytt, tó eru tær góðu parfumurnar enn miðdepilin og kjarnuvirði í handlinum.
Í Reinfann hava viðskiftafólk møguleikan at keypa parfumu, húðrøkt, hárrøkt, smúkkur, taskur, undirklæði, tógv og nógv annað. Í apríl 2020 lat Reinfann upp ein nethandil, hetta eftir at hava merkt eftirspurning eftir vørum, ið Reinfann umboðar, frá øðrum bygdum í Føroyum.
Í Reinfann ynskja vit, at viðskiftafólk skulu bæði føla seg gott og síggja gott út við tí vøruúrvalinum, ið vit hava. Vit ynskja at hava vøru við høgari góðsku til ein góðan prís. Allar vørurnar eru frá góðkendum veitarum. Vit stremba altíð eftir at veita góða og skjóta tænastu til okkara viðskiftafólk.