Skincare Brush Duo

kr.169,00

  • Sett við 2 húðrøkt bustum frá Real Techniques, 1 stk Face Brush og 1 stk Eye Brush.
  • Bustirnar hava dupultan enda við skeið og bust, til at betra um reinføri, minka um spill og gera tað betri at koyra húðrøkt á.
  • Vørurnar eru veganskar og eru ikki royndar við djórum.

Á goymslu

Legg á ynskilista
Legg á ynskilista
SKU: 19657 Bólkur: Tags: ,

Frágreiðing

Fá húðina klára til sminkuna við Skincare Brush Duo frá Real Techniques. Fyri endan av hesum báðum bustunum er ein lítil skeið, ið tú nýtir til at koyra tína yndis húðrøkt á við, síðani nýtir tú bustina til at smyrja tað út á húðina. Tær nýtist ikki at fáa krem og annað á hendurnar og ongin óreinska kemur niður í krukkur og íløt við húðøkt.

Hesar bustirnar eru frálíkar til øll sløg av húðrøkt vørum í krukkum og íløtum. Tær nýtist ikki at koyra hendurnar niður í krukkuna og síðani á andlitið, tí hesar bustirnar betra um reinførið. Bustirnar hava UltraPlush syntetisk hár á øðrum endanum og eina skeið úr rustfríum stál á hinum endanum.

Í hesum settinum eru:

  • 1 stk Real Techniques 107 Face Brush – verður nýtt til alt andlitið.
  • 1 stk Real Techniques 109 Eye Brush – verður nýtt til økið runt um eyguni.

Fyrimunir:

  • Tvær bustir: 107 Face Brush og 109 Eye Brush, ið báðar hava dupultan enda. Á øðrum endanum er bustin við UltraPlush hárum og á hinum endanum er ein skeið úr rustfríum stál.
  • Nýt bustirnar til húðrøkt vøru, so sum serum, tónara ella andlitskrem.
  • Gevur tær eina húðrøkt rutinu við betri reinføroi og ein slættari basa til at leggja sminku á.
  • 107 Face Brush hevur eina skeið til at taka húðrøkt úr krukkum og bust til at smyrja tað javnt á húðina á andlitinum.
  • 109 Eye Brush hevur eina skeið til at taka húðrøkt úr krukkum og bust til at smyrja tað javnt á økið runt um eyguni.
  • Skeiðirnar eru frálíkar til at fáa mest burturúr tínum húðrøkt vørum, tí tær gera tað, at tú røkkur til allir endar í krukkuni.
  • Bustirnar eru veganskar og eru ikki royndar við djórum.

Tá tú skal reinsa skeiðirnar, so vaskar tú tær við heitum vatni og turkar eftir teimum við spritt. Vaska annars bustirnar eina ferð um vikuna.

Ummæli

Ongin hevur skrivað ummæli enn.

Ver fyrst/ur at ummæla "Skincare Brush Duo"

Your email address will not be published. Required fields are marked *