Frágreiðing
Hetta er eitt sera flott og stílreint harraur frá Signatur røðini hjá SKAGEN. Urið er smalt, so tað passar væl inn undir skjúrtuermuna, so passar tað eisini væl til tann rokaliga mannin, ið gongur í slitnum cowboybuksum.
Urskivan er hvít og tølini eru merkt upp við strikum. Urið hevur eina reim úr ektaðum brúnum leðri. Urið hevur eitt quartz urverk, ið er tað mest nágreiniliga urverkið í heiminum. Hetta merkir eisini at urið gongur uppá battarí.
Urið hevur 3 vísarir, urkassin er 40 mm í tvørmát, reimin er 20 mm breið.
Nærlýsing:
- Vørunummar: SKW6374
- Urkassi: 40 mm í tvørmát
- Urverk: Quartz við 3 vísarum
- Reim: Brún leðurreim, ið er 20 mm breið
- Glas: Mineral
- Tilfar: Rustfrítt stál
- Vatnfastleiki: 5 ATM
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.