Frágreiðing
Rêve de Miel Ultra Comfortable Face Balm er eitt lekkurt og ríkt andlitskrem við hunangi, propolis og dýrabarum oljum, ið gevur intensa røkt, sissar og endurbyggir húðina samstundis sum tað verjir húðina frá álopum útifrá (vindi, kulda osfr.).
Kremið er gjørt av hunangi, botaniskum oljum (makadamianøt, ríssáður), argan olju og sheasmør. Kremið er eisini ríkað við propolis, ið eisini er at finna í Rêve de Miel Honey Lip Balm, og hevur eina styrkjandi og endurbyggjandi effekt.
Húðin gerst mjúk og meira liðilig, so fært tú eisini eina ótrúliga komfort. Kremið minkar eisini um turr øki á húðini, roða og irritatión, so er tað eisini gott til sarta húð.
92,9% av tilfarinum er frá náttúrligum uppruna.
Um Rêve de Miel røðina:
Í Rêve de Miel røðini eru ultra-sissandi vørur, ið er ein sonn frøi fyri allar húðtypur, eisini ta turrastu og mest sartu húðina. Vørurnar eru ultra-røkjandi, sissandi og geva húðini góða vælveru.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.