Frágreiðing
Sera vøkur hálsketa við eini sól, ið er prýdd við vøkrum opal rosa swarovski í miðuni.
Hálsketan er 40 til 45 cm long og er gjørd úr rhodiumkløddum endurnýttum Sterling silvuri.
OLIVIA x SISTIE samstarv
Olivia smúkkurnar eru sniðgivnar í samstarv við Oliviu Juliane Dahl, ið er ein donsk dansarinna, modell og influensari. Olivia hevur havt ein dreym um at sniðgeva sína egnu smúkkukollektión, og hesin dreymur er nú vorðin veruleiki við Olivia x Sistie kollektiónini.
Olivia hevði nógv hugskot og nógvar hugsanir. Hon vildi hava, at smúkkurnar skuldu symbolisera nakað, sum hevur serligt virði fyri hana og sum ger hana glaða og í góðum hýri. Hon kom fyrst at hugsa um sólina, tí sólin ger hana altíð glaða og við sólini hevur hon nógv góð minnir við familju og vinum. Sólin gevur gleði samstundis sum hon gevur hita, og hetta hóskar væl til eina summar gentu sum Oliviu. Olivia elskar alt við summarinum og tá sólin skinir, fær man jaligar titranir.
Yndisliturin hjá Oliviu er ljósablátt, hon gerst glað av at síggja ljósir litir. Olivia vildi sniðgeva smúkkur við einføldum og vøkrum snið. Hon er sera væl nøgd við smúkkurnar, tær eru júst sum hon hevði ímyndað sær.
- Tilfar: Rhodinerað endurnýtt Sterling silvur
- Vørunummar: zs20211swspink45
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.