Frágreiðing
Við Falscara Starter Kit fært tú alt tað, tær tørvar til at fáa vippu extension heima. Falscara eygnavippur eru smá tyssi av løttum svørtum vippu-trevjum, ið tú koyrir undir tínar egnu eygnavippur, so bandið ikki sæst. Hesar eru settar saman við tilfari, ið tú trygt kann koyra á tínar náttúrligu eygnavippur.
Hesar følsku eygnavippurnar geva náttúrligt look og -volumin, so hava tær ein avrunaðan form og eru 10-12 mm langar. Eygnavippurnar kunnu nýtast umaftur upp til 3 ferðir.
Nýtsluvegleiðing:
Lat vera við at koyra mascara á áðrenn og aftaná Falscara,
- Busta eitt lætt lag av BOND á tínar náttúrligu eygnavippur, ikki ov nógv.
- Nýt applikator-pinsettina til at taka følsku vippurnar úr pakkanum. Sum víst á pakkanum, tak vippu tyssini frá miðjuni og úteftir ímóti síðuni, eina eftir eina, set tær varliga undir tínar egnu eygnavippur, eitt sindur burt frá vatnlinjuni. Tú kann seta tyssini beint við síðurnar av hvørjum øðrum.
- Duppa eitt tunt lag av SEAL undir vippunum fyri at burturbeina klistrandi restir og fyri at halda følsku vippurnar uppá pláss. Til ber at nýta applikator pinsettina ella fingrar til at varliga trýsta følsku vippurnar ímóti tínum eygnavippum, eftir tú hevur koyrt SEAL á. Hetta fær tær at sita betri
Tá tú vil hava følsku eygnavippurnar av aftur, skalt tú bloyta eina vattrondell við Falscara Remover (fylgir ikki við í pakkanum) ella ein makeup fjernara uttan olju. Legg vattrondellina á eyguni í 10 sekund, turka ella pilka so varliga følsku eygnavipppurnar og BOND + SEAL av.
Kundi tú hugsað tær at endurnýtt følsku eygnavippurnar, legg so tær brúktu følsku eygnavippurnar á eitt pappír, koyr Falscara Remover ella makeupfjernara uttan olju á tær, lat vera á í 10 sekund. Koyr fjernara á eina vattrondell og turka so varliga tær følsku eygnavippurnar, so allar restir av BOND og SEAL fara av teimum. Goym tær følsku eygnavippurnar í pakkanum.
- Vørunummar: KFCK01C
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.