Kånken Mini Ryggsekkur

kr.749,00

  • Ein minni útgáva av tí klassiska Kånken ryggsekkinum frá Fjällräven úr harðførum og vatnavvísandi toy.
  • Akslastropparnir kunnu tillagast, so ryggsekkurin passar bæði til børn og vaksin.
  • Ryggsekkurin hevur ein lítlan lumma framman, logomerki við refleks og eitt sitiundirlag, ið kann takast úr.
Legg á ynskilista
Legg á ynskilista
SKU: 18098 Categories: , Tag:

Frágreiðing

Kånken ryggsekkurin kom á fyrsta sinnið á marknaðin í 1978 sum ein hjálp til at fyribyrgja ryggtrupulleikar hjá svenskum skúlabørnum. Síðani tá er ryggsekkurin vorðin tann best umtókta vøran hjá Fjällräven. Kånken Mini ryggsekkurin er ein mini-útgáva av tí upprunaliga Kånken ryggsekkinum, og hendan útgávan passar væl til bæði lítil børn og vaksin, ið tørvar ein lítlan ryggsekk.

Kånken Mini er serstakliga góður til eyka klæðir í barnagarðinum, ein matpakka til eina útferð ella sum ein hent gerandistaska til bøkur, vatnfløsku, frukt ella líknandi. Akslastropparnir eru langir og kunnu tillagast í longd, so teir passa bæði til smáir og stórir ryggir. Akslastropparnir kunnu setast fastir við einum spenni, so endarnir ikki hanga leysir, tá akslastropparnir eru strammaðir heilt inn.

Ryggsekkurin er gjørdu av haldførum og løttum Vinylon F, ið er óreinsku- og vatnavvísandi. Høvuðsrúmið hevur eitt stórt snarlás, sum ger tað lætt at pakka og tøma ryggsekkin. Eisini hevur ryggsekkurin tveir flatir síðulummar og ein snarláslumma framman. Í ryggsekkinum er eitt sitiundirlag úr PE-skúm, hetta liggur innan í rygglummanum. Hetta ger tað, at innihald í taskuni ikki trýstir ímóti ryggi tínum. Ryggsekkurin hevur beristropppar omaná. Logoði framman á ryggsekkinum virkar sum eitt refleks. Ryggsekkurin hevur eisini eitt adressumerki innan í høvuðsrúminum.

  • Stødd á tasku: 20 x 29 x 13 cm
  • Volumin: 7 litrar
  • Vekt: 220 g

Ummæli

Ongin hevur skrivað ummæli enn.

Ver fyrst/ur at ummæla "Kånken Mini Ryggsekkur"

Your email address will not be published. Required fields are marked *