Frágreiðing
Slepp av við skaðað hár og slitnir hárendar, styrk hárið í longri tíð við hesum ultra-vætandi balsaminum, ið tú letur verða í hárinum. Hetta balsamið er 97% náttúrligt, hevur eina super-køvandi blanding við søtum mandlu úrdrátti og argan olju, so vætustøðið verður javnt og hárið fær ein øktan elastisitet, hetta hjálpir við at verja hárið og styrkja tað.
Tilfarið til balsamið er serliga valt út til at hjálpa við at fanga vætu í hárinum, so tað verður minni turt, skaðað og slitið. Styrkjandi plantutilfarið, ið er nýtt til vøruna er til dømis:
E-vitamin
Ein sterkur antioxidantur, ið verjir hárið frá umhvørvisstrongd í gerandisdegnum. Her er brúkt náttúrligt tilfar, ið er dupult so effektivt sum tann syntetiski. Hetta gevur meira verju fyri somu mongd av vitaminum.
Argan olja
Sum ein dýrgripur, so stavar hendan oljan frá Essaouira í Morokko. Argan oljan er ríkað við E-vitamin, ið hjálpir við at økja um elastisitetin.
Sheasmør
Við kroppshita smeltar sheasmør, hetta hjálpir við at skapa eina glæsiliga tjúkt samstundis sum tað betrar um hárgóðskuna.
Nýtsluvegleiðing:
- Skal koyr í reint hár, ið er turkað við handklæði.
- Koyr eitt sindur í hondlógvarnir og gníggja lógvarnir saman fyri at breiða tað javnt út millum fingrarnir.
- Byrja við at koyra í miðlongdina av hárinum og arbeið teg út í hárendarnir og hárbotnin.
- Lat vera við at skola út hárinum og set hárið sum tú plagar.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.