Huile Prodigieuse Florale Multi-Purpose Dry Oil Face, Body, Hair 50 ml

kr.259,00

50 ml

  • Heimskend og vælumtókt turrolja við blómuanga frá NUXE til andlit, kropp og hár.
  • Gjørd av serligum plantuoljum og E-vitamin.
  • Hevur røkjandi, endurbyggjandi og mýkjandi effekt, góð at koyra á t.d. strekkmerkir.

Á goymslu

Legg á ynskilista
Legg á ynskilista
SKU: 14956 Categories: , , Tags: , ,

Frágreiðing

Hendan lekkra turroljan við blómuanga frá NUXE hevur nógvir fjepparir kring allan heimin. Turroljan kann nýtast til mangt ymiskt, hon kann til dømis smyrjast á andlitshúðina, á kroppin ella koyrast í hárið. Turroljan er gjørd av heilt serligum plantuoljum og E-vitamin, so hon hevur eina røkjandi og endurbyggjandi effekt, so verjir og mýkir hon eisini.

Til ber at brúka hesa turroljuna á andlitið ístaðin fyri títt vanliga dagkrem, í hárið sum eina røkjandi masku áðrenn tú koyrir shampoo í og á allan kroppin, kanska serliga á økjum við strekkmerkjum.

Við hesari turrolju, fært tú eitt flott úrlit – húð gerst bleyt sum satin og hár mjúkt sum silki.

Hendan turroljan er í einari flottari spray-fløsku.

Ummæli

Ongin hevur skrivað ummæli enn.

Ver fyrst/ur at ummæla "Huile Prodigieuse Florale Multi-Purpose Dry Oil Face, Body, Hair 50 ml"

Your email address will not be published. Required fields are marked *