Frágreiðing
Luksus hondsápa í sera snøggari fløsku, ið verður pumpað út sum silkimjúkt angandi skúm.
Sápan er sera tjúkk og dygg í nýtslu. Í sápuni er mýkjandi sheasmør og røkjandi aloe vera, hetta gevur hendur tínar bæði vætu og røkt. Ein fløska av hesari sápu heldur í nógv longri tíð enn ein vanlig flótandi hondsápa.
Sápan anga av hav, melón og dalalilju.
Fløskan er sera vøkur og fríðkar so væl um vaskið í baðirúminum ella í køkini. Hetta er ein sera flott og øðrvísi gáva til vertinnuna.
Fløskan er framleidd úr endurnýtiligum PET1-plastikki. Ongar parabenur eru í sápuni. Sápan er ikki roynd við djórum.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.