Frágreiðing
Hetta er ein serliga haldfør útgáva av tí klassiska Kånken ryggsekkinum frá Fjällräven við einum fóðraðum lumma til fartelduna. Ryggsekkurin er gjørdur av serliga haldførum G-1000 HeavyDuty Eco við flottum leðurdetaljum. Júst sum tann upprunaliga útgávan, so hevur hesin ryggsekkurin eisini sera nógvir hentleikar til skúla- ella arbeiðsbrúk, eisini sum til dømis til útferðir og tá man fer at ferðast. Ryggsekkurin hevur eitt langt snarlás til høvuðsrúmið, so tað er lætt at pakka og tøma. Ryggsekkurin hevur ein annan fóðraðan lumma við rygginum til fartelduna, ið er upp til 15” til støddar, so teldan kann vera goymd trygt. Innan í ryggsekkinum er ein rygglummi og eitt sitiundirlag í G-1000 HeavyDuty Eco, ið er lætt at taka úr, tá tær tørvar eina pausu. Eisini hevur ryggsekkurin tveir opnir lummar á síðuni og ein snarláslumma framman. Ryggsekkurin hevur flottar leðursmálutir og beristroppar úr leðri, so hevur hann eisini fóðraðar akslastroppar, ið ger ryggsekkin meira behagiligan at bera, serliga tá hann er tungur. Í ryggsekkinum er pláss til eina farteldu á 15”, ið í mesta lagu er 36 x 26 x 3 cm til støddar.
- Stødd á tasku: 40 x 28 x 16 cm
- Volumin: 18 litrar
- Vekt: 765 g
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.