Frágreiðing
Sheet andlitsmaskan við EGF-peptidum styrkir kyknuendurbyggjanina og stimbrar kollagenframleiðsluna í húðini. Hendan andlitsmaskan hjálpir við at endurbyggja skadda húð og ger hana slættari eftir t.d. at hon hevur havt akne. Í andlitsmaskuni er EGF-peptid, ið hjálpir við at endurbyggja tann náttúrliga bygnaðin í húð tíni, tí EGF er eitt protein við vakstrarfaktor, ið fær húðina til at endurtaka sína egnu genetisku endurnýggjanartilgongd, so framleiðslan av kollagen og elastin verður økt, samstundis sum at húðin fær eina sunna og fríska flatu. Maskan virkar ímóti aldringartilgongdin hjá húðini, og minkar um týðilig tekin av aldring.
Nýtsluvegleiðing:
- Opna pakkan og tak maskuna varliga úr pakkanum. Tað er viðmælt at nýta maskuna beint eftir tú hevur opna pakkan.
- Koyr maskuna javnt á andlitið, syrg fyri at slætta maskuna út á húðina, soleiðis at hon fær gott samband.
- Lat maskuna virka í 30 minuttir og skola síðani andlitið við vatn.
Um tú vil hava eina endurfrískandi effekt, kanst tú køla maskuna niður í køliskápinum í 5-10 minuttir áðrenn tú koyrir hana á.
Til ber ikki at endurnýta maskuna.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.