Frágreiðing
Care Taker balsam frá Noughty gevur intensa røkt og vøtu, so sissar tað eisini tann sarta hárbotnin, ið hevur lyndi til at fáa flus. Balsamið er 97% náttúrligt og linnar beinavegin um turran og skriðandi hárbotn, ið hevur lyndi til at fáa flus. Care Taker balsam er gjørt av bisabolol og havraúrdrátti, ið hevur anti-ertandi og hárbotn-sissandi eginleikar, so hárbotnurin kennist væl sissaður.
Tilfarið í hesum balsam er náttúrligt og serliga valt út til at varliga reinsa og sissa irriteraðan hárbotn. Plantustyrkirnar í Care Taker balsam eru:
Bisabolol
Er eitt sera sissandi evni til irriteraðan hárbotn. Bisabolol er vunnið úr plantum, er burðardygt og 50% meira effektivt enn onnur syntetiskt evni. Hetta er eitt fantastiskt sissandi evni.
Havra úrdrátt
Havri hevur fantastiskar sissandi eginleikar. Havri er fult av sissandi avenanthramidum, ið hjálpir hárbotninum at koma til eitt róligt støði.
Olivinolja
Er nógv ríkað við Omega 6 fitaðum sýrum og gevur ótrúliga nógva vætu.
Kokusnøtolja og sheasmør
Er føst við stovuhita og smeltar við kropshita. Kokusnøtolja og sheasmør kunnu multitaska og skapa glæsiligir eginleikar og fær tað besta burtur úr hárinum.
Nýtsluvegleiðing:
- Koyr balsam í hondlógvan og gníggja hendurnar saman, so tað verður javnt deilt millum fingrarnir.
- Massera balsamið í hárið, byrja á miðlongdini av hárinum og arbeið teg út til hárendarnir og ímóti hárbotninum, so tað verður koyrt javnt út í hárið.
- Lat sita í hárinum í 1-2 minuttir, skola síðani gjølla úr.
- Tað verður viðmælt at brúka lunkað til kalt vatn, tí heitt vatn kann irriterað hárbotnin og gera hann meira sartan.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.