Frágreiðing
2% BHA-peeling náttkrem / build-up-krem, ið javnar húðina út og minkar um rukkur og poknur. Kremið er gjørt av einari samanseting av 2% salicylsýru og 1,5% hydroxypropyl cyclodextin, ið saman geva eina milda anti-age peeling viðgerð. HJálpir við at halda húðina mjúka og hevur eina lyftandi effekt.
Feitu oljurnar frá sheasmør og macadamianøtum geva eyka røkt og hjálpa húðini við at halda uppá vætuna. Arginin og maisgluten eru aminosýrur, ið hjálpa við at verja húðina ímóti fríum radikalum, sjónliga boosta vætustøðið í húðini og kann hava jaliga effekt á kollagenframleiðsluna í húðini.
B5-vitamin styrkir húðbarrieruna, stimbrar sárlekjan, minkar um húðirritatión og hevur antiinflammatoriskar eginleikar. E-vitamin dempar roða og kann hava jaliga effekt á at enduruppbyggja húðina. Kremið inniheldur eisini eina serstaka samanseting av plantuúrdráttum, ið hjálpa við at sissa húðina. Kann nýtast til allar húðtypur.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.