Handilstreytir

Reinfann
Sp/f Á Brúgv

Miðbrekkan 6
800 Tvøroyri
Tlf: +298276511
Vtal: 375381

Handilstreytir

Niðanfyristandandi handilstreytir eru galdandi fyri alla sølu og útbering frá www.reinfann.fo.

Gjald

Hjá okkum er tað møguligt at gjalda online við gjaldskortunum Visa, Visa Dankort, Visa Electron, MasterCard og MasterCard Debit.

Gjald verður fyrst tikið av tínari konto, tá vøran verður send frá okkum.

Um tú rindar við debitkort, so sum Visa Electron ella Mastercard Debit, verður gjaldið reserverað á tíni peningakonto í samráð við treytirnar við korti tínum, til vit taka ímóti ella avvísa gjaldið.

Allar upphæddir á heimasíðuni eru við MVG.

Tað er trygt at keypa frá okkum, tí vit brúka ein tryggan gjaldsservara, ið krypterar allir upplýsingar við SSL protokoll, ið merkir at tínar dátur eru tryggar og ikki kunnu avlesast av øðrum útifrá.

Sending og útbering

Vit senda einans til føroyskar adressur.

Allir pakkar okkara verða sendir við Posta. Tú kann rokna við 1-3 dagar senditíð, tá tú keypir frá okkum.

Tað kostar49 kr at senda ein pakka. Um tú keypir fyri meira enn 499 kr, er sendingin ókeypis.

Goymsla

Av tí at vit bæði hava ein vanligan handil og eina handilsheimasíðu, so hava vit eina felags goymslu fyri bæði handil og handilsheimasíðu.

Vit stremba eftir at alla tíð hava goymslustøðuna dagførda á heimasíðu okkara. Tað kann tó koma fyri, at seinasta eintaki av einari vøru er seld í handlinum, samstundis sum hon verður seld á handilsheimasíðuni. Um hetta kemur fyri, so verður keypið á handilsheimasíðuni ikki gjøgnumført og kundin fær boð beinaveg. Vit gera alt vit kunnu, fyri at hetta ikki skal koma fyri.

Angrirættur

Tú hevur 14 dagars angrirætt tá tú keypur vøru frá Reinfann.fo. Hesin aftursendingarættur er galdandi 14 dagar frá tí degi, tá tú hevur móttikið vøruna. Tá hevur tú møguleika innan 14 dagar, at senda vøruna aftur. Um tú velur at senda vøruna aftur, skalt tú bert senda okkum vøruna í somu mongd og støðu, sum hon var tá tú móttók hana.

Tá vit hava móttikið og góðkent aftursendu vøruna, verður keypskostnaðurin endurgoldin á tína konto innan fáir dagar. Tú rindar sjálv/ur kostnaðin fyri at senda vøruna aftur. Um tú velur at senda vøruna aftur á ein ikki-tryggjaðan sendihátt, so heftir tú sjálv/ur fyri um vøran verður burtur í sendingin.

Vøran kann sendast aftur til hesa adressu:

Reinfann
Miðbrekkan 6
FO-800 Tvøroyri

NB: Minst til at goyma postkvittanina sum dokumentatión fyri sendingina.

Endurgjaldskrav

Tá tú keypir frá Reinfann.fo, hevur tú sambært keypilógini 2-ára endurgjaldskrav. Hetta merkir, at tú æntin kann fáa vøruna umvælda, umbýtta, pening aftur ella avsláttur av prísinum, alt eftir ítøkiligu støðuni.
Tað er eitt krav, at tað er heimild í endurgjaldskravinum, og at mangul ella feilur ikki er uppstaðin av skeivari nýtslu av vøruni ella aðrari skaða atvoldandi atferð.

Endurgjaldskrøv og møguligir feilir ella manglur við útbering av vørum frá Reinfann.fo, skulu verða frábodnar til okkum beinaveg á info@reinfann.fo – hereftir taka vit støðu til tað sum skal henda víðari. Tað er tín skylda í kravinum at vísa (møguliga við myndadokumentatión), hvussu vøran er skadd ella defekt. Myndirnar verða brúktar, so vit kunnu viðgera málið sum eitt endurgjaldskrav. Um endurgjaldskravið verður góðtikið, so gjalda vit tín (hóskandi) sendingarkostnað.

Tú hevur rætt til at angra eitt keyp, eisini hóast vøran er “brúkt”. Ein vøra verður roknað sum brúkt, um hon er brúkt út yvir tað, sum er gjørligt at royna vøru í einum vanligum handli. Vøran skal sendast aftur í óskøddum innpakningi og í eins góðum standi, sum tá tú móttók hana. Um hetta ikki er so, so gera vit eina meting av prísinum av vøruni, sum brúkt. Hetta merkir, at tú ikki fær ein virðisminking aftur. Tú verður biðin um at leggja eitt eintak av tínum keypi við í aftursendingini.

Um pakkin er sjónligt skaddur, tá tú móttekur hann, skalt tú senda okkum myndadokumentatión av skøddu innpakkingini og vøruni, so vit kunnu viðgera málið sum endurgjaldskrav.

Datapolitikkur

Vit ansa gott eftir tínum persónligu upplýsingum og innsavnaðar dátum, hesar verða varðveittar í trúnaði og verða aldrin givnar víðari til ein triðjapart.

Upplýsingar, ið tú gevur okkum verða einans nýttar í samband við títt keyp og verða ikki goymdar til uppfylgjandi marknaðarføring ella líknandi.